Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 30.12.2018 (13:34)

2.150 nýggir bilar skrásettir í ár

Vøksturin í innflutninginum av nýggjum bilum heldur fram. Samanlagt var vøksturin í fjør 7,73 prosent. Nógv tann størsti vøksturin er sum vera man í innflutninginum av persónbilum.

 

Í ár eru innfluttir 2.150 nýggir persónbilar. Tað eru 196 fleiri enn í fjør. Næst eftir persónbilar innflyta vit mest vøruvognar. 413 eru innfluttir í ár. Tað eru 49 fleiri enn í fjør, ein vøkstur upp á 13,5 prosent.

 

Talið av nýggjum lastbilum er hinvegin lækkað við sløkum 26 prosentum. Meðan vit í fjør innfluttu 27 nýggjar lastbilar, so er talið í ár »bara« 20.

 

Fýra fleiri hýruvognar eru innfluttir í ár í mun til í fjør. Ávikavist 29 og 25. Talið á viðfestisvognum liggur á sama støði. Í ár eru innfluttir 200 viðfestisvognar í mun til 201 í fjør.

 

Hagtølini fyri innflutning av nýggjum akførum frá Akstovuni síggjast her:

 

 

HAGTØL Nýggj akfør

Hagtøl um skráseting av NÝGGJUM akførum

fyri Jan-Des 2018 og 2017
Útskriftin vísir, hvussu stór broyting er í talinum av skrásettum nýggjum akførum 2 fylgjandi ár.

Útskrift nr.: 1.1.02.1

Skrásett Nýggj akfør, Jan-mána

 

Akfaraslag

Des 2018

Des 2017

Broyting Des 18/17

Jan-Des 2018

Jan-Des 2017

Broyting 18/17

%broyting 18/17

Bussar

0

0

0

3

2

1

50.00 %

Hýruvognar

0

3

-3

29

25

4

16.00 %

Kampingbilar

1

0

1

8

7

1

14.29 %

Kampingvognar

0

0

0

5

11

-6

-54.55 %

Lastbilar

3

1

2

20

27

-7

-25.93 %

Leguvognar

0

0

0

3

3

0

0.00 %

Lendisakfør

0

1

-1

6

15

-9

-60.00 %

Motorsúkklur

0

0

0

5

10

-5

-50.00 %

Neyðsendarakfør

2

2

0

11

12

-1

-8.33 %

Persónbilar

141

141

0

2150

1954

196

10.03 %

Prutl

10

18

-8

124

132

-8

-6.06 %

Smábussar

2

1

1

4

3

1

33.33 %

Tangabilar

0

0

0

1

2

-1

-50.00 %

Viðfestivognar

10

3

7

200

201

-1

-0.50 %

Vøruvognar

44

28

16

413

364

49

13.46 %

 

Samlað:

213

198

15

2982

2768

214

7.73 %

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her