Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.12.2018 (07:33)

37.210 akfør eru nú í Føroyum

Talið av akførum í Føroyum veksur alsamt. Bara í ár talið vaksið frá 35.746 akførum 1. Januar í ár til 11 mánaðir seinni at vera 37.210.

 

Størsta talið av akførum er sjálvandi persónbilar. Teir eru í dag 24.805 í tali.

 

Í yvirlitinum býtir Akstovan akførini út á oyggjarnar og skilir ímillum ymsu sløgini av bilum, motorsúkklum, prutlum o. s. fr.

 

Næststørsti bólkurin av akførum er sum vant vøruvognar. Teir eru 4041 í tali. Síðani koma viðfestisvognarnir, sum eru 3.265 í tali. Prutlini eru 1.741 í tali.

 

Flestu akførini eru í streymoynni. Haru er samlaða talið av akførum 17.544 av teimum 37.210, sum eru í landinum. Tað er ein prosentpartur upp á 47%.

 

Samlaða yvirliti yvir øll akfør í Føroyum sæst VIÐ AT TRÝSTA HER

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her