Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 30.01.2017 (12:07)

Amerikanskur Ford Edge við øllum

Ein av nýggju SUV á marknaðinum er Ford Edge, ið er ein bilur sum sær út av nøkrum og tekur seg væl út í ferðsluni. Tað sum eyðkennir bilin er pláss, luksus og komfort.

 

Hesin nýggi Ford Edge er bygdur yvir sama plattform sum nýggi Ford Mondeo, S-MAX og Galaxy. Bilurin fæst í fýra ymiskum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Trend, Titanium, Sport og Vignale. Umframt alla standard útgerðina fæst Ford Edge við aðrari eykaútgerð.

 

Edge er útgjørdur við All-Wheel-Drive-teknologi sum standard. All-Wheel-Drive skipanin er soleiðis innrættað at hon automatisk deilir trekkið á øllum fýra hjólunum og tryggjar  maksimalt vegfesti undir øllum koyriumstøðum.

 

Ford Edge er ein framkomin luksus SUV, sum er ein fragd at koyra. Hann er ein stórur og rúmligur 5-persónabilur. Viðførisrúmið er heilar 600 litrar.

 

Edge fæst við tveimum ymiskum 2.0 TDCi biturbo dieselmotorum við ávikavist 180 og 210 hk. Hann hevur 6-trins automatiskan gearkassa.

 

Tað merkist væl, at nógv er gjørt burtur úr ljóðdoyvingini. Lítið hoyrist til motorin og hjólini undir koyring, soleiðis sum tað sømir seg einum luksusbili. Bilurin kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/