Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 25.11.2016 (08:43)

Ársins firmabilur 2017

Í Danmark er Renault Talisman kosin “Årets Business Bil 2017” fram um 11 aðrar kandidatar til árins firmabil.

 

Tað eru Jyllands-Posten og Business Danmark, sum saman hava givið Renault Talisman hendan heiður. Business Danmark er fakfelagið hjá meira enn 30.000 limum, sum allar hava tað til felags, at bilurin er teirra kontór og dagliga arbeiðspláss.

 

Renault Talisman vann upp á flotta útgerð, gott pláss og høgan komfort, ið ger Talisman til rætta bilin hjá teimum, sum hava teirra arbeiðspláss á donsku vegunum. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein franskur bilur hevur fingið hendan heiður.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/