Leita á in.fo

Fyrsta nýbygda støðin hjá Auto við Niels Finsensgøtu var liðug í 1956

Magnus Gunnarsson 16.12.2017 (15:30)

Auto fyllir 65 ár

Bilstøðin Auto í Havn fyllir 65 ár sunnudagin 17. desember. Støðin varð stovnað sum P/F Taxa tann 17. desember 1952.

Støðin helt fyrstu árini til í Lucas Debesargøtu og síðan í Kongagøtu. Í 1955 skifti støðin navn til Auto og hevur hildið til við Niels Finsengøtu síðan 1956. Í Auto koyra í dag yvir 30 bilar, og umleið 40 ársverk eru á støðini.

-Í sambandi við 65 ára stovningardagin bjóða vit kaffi og køkur sunnudagin 17. desember, har øll eru vælkomin, sigur Oddbjørn Joensen, stjóri í Auto.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her