Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 26.06.2017 (18:35)

Auto Service 4,9 milliónir í avlopi

Rakstrarúrslitið hjá bilasøluni Auto Service táttaði í fimm milliónir fyri rakstrarárið 2016.

 

Við einum úrslitið upp á 4,9 milliónir krónur er tað besta úrslitið, síðani nýggju eigararnir, P/f RS47 keyptu fyritøkuna tann 3. november í 2005. P/F RS47 er sama felag, sum eigur Reyni Service.

 

Les eisini: Gott ár hjá Reyni Service

 

Bruttovinningurin hjá Auto Service var upp á 18,8 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaður var 10,8 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá Auto Service er nú  15,3 milliónir krónur.

 

Auto Service selur bilarnar Nissan, Opel og Peugeot. Av teimum vóru bæði Nissan og Opel umboðað á topp 10 listanum. Seldir vórðu 239 Nissan og 89 Opel.

 

Topp 10 listin í fjør sær soleiðis út:

 

 

Alt árið 2016

 

1

Toyota

315

2

Citroen

269

3

Volkswagen

259

4

Nissan

239

5

Ford

217

6

Mitsubishi

183

7

Mercedes-Bens

105

8

Opel

89

9

Renault

89

10

Kia

86

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her