fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 01.12.2016 (08:12)

Avensis og Verso aftur á føroyska marknaðinum

Føroyar eru nú góðkendar av Toyota til at kunna selja bilar við Safety Sense System.

 

Bilasølan hjá Reyni Service hevur í langa tíð bíðað eftir eini góðkenning frá Toyota verksmiðjuni fyri at kunna selja bilar við nýggjastu trygdarskipanunum. Tí hava t.d. Toyota Avensis og Toyota Verso ikki verið seldir her í longri tíð.

 

Tað var soleiðis, at bilarnir við tí nýggjastu trygdartøknini, sum eitur Toyota Safety Sense einans vóru góðkendir til at koyra í øllum ES-londunum. Men av tí at Føroyar ikki vóru ein partur ES, kundi hettar ikki lata seg gera. Toyota mátti tí taka tey neyðugu stigini at kanna vegirnar og umstøðurnar í Føroyum fyri at vissa sær, at tøknin riggaði eftir vild. Hendan kanning fór fram í mai mánað, tá teir sendu ein serfrøðing og ein myndamann at skjal- og myndprógva koyriumstøðurnar sum eru í Føroyum.

 

Av hesi vitjan kom nógv mynda- og sjónbandatilfar, umframt eitt umfatandi kanningarskjal bleiv útfylt. Alt hetta tilfarið varð sent til Brussel, har Toyota Europe heldur til, og víðari til Toyota í Japan. Úrslitið av hesum kanningum er at Føroyar, langt um leingi, hevur fingið tað neyðugu góðkenningina, og fyrstu bilarnir eru nú komnir til landið.

 

Toyota Safety Sense er ein kombinatión av aktivari trygdartøkni, sum minkar um vandan fyri at bilurin verður íblandaður ferðsluóhapp og vanlukkur, eins og skipanin økir um trygdina hjá øllum í ferðsluni.

 

Skipanin heldur t.d. frástøðu til bilin framman fyri og bremsar sjálv, um tað er neyðugt, eins og hon rættar bilin upp aftur, um hann fer av kós. Eisini ansar skipanin eftir fótgangarunum í ferðsluni.

 

Sámal av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, harmast um longu viðgerðartíðina í sambandi við trygdarskipanina, men er fegin um at Toyota tryggjar sær at øll viðurskifti eru í ordan, áðrenn teir senda bilar á føroyska marknaðin. Nú er so alt komið upp á pláss, so føroyingar eisini kunnu fáa ágóðan av hesi nýggju trygdarskipanini.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her