Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 02.09.2017 (07:29)

Bilasølan er minkað við fimm prosentum í ár

Men tað verða framvegis seldir næstan tríggjar ferðir so nógvir persónbilar, sum í 2009

 

Stóra framgongdin í søluni av nýggum bilum í Føroyum hevur nú javnað seg, og annað árið á rað er ein lítil afturgongd í søluni.

 

Men framgongdin hevur verið stór seinastu árini, og tí kemur lítla afturgongdin nú valla óvæntað hjá bilasølunum.

 

Um vit samanbera bilasøluna í fjør (2016) við bilsøluna í 2009, tá afturgongdin rættiliga merktist, so er munurin ovurstórur. Í samlaða talinum av seldum akførum er munurin 257 prosent. Altso talan er um ein vøksturin í samlaðu søluni av nýggjum akførum í Føroyum frá 2009 til 2016 upp á 257 prosent.

 

Taka vit munin í søluni í persónbilum frá 2009 til 2016, so er munurin enn størri – 284 prosent.

 

Søgan sigur okkum, at sera stór sveiggj eru í bilasøluni, alt eftir, hvussu tíðirnar eru. Í áttitiárunum setti bilasølan met við væl oman fyri 2.000 nýggjum bilum. Í 1995 botnaði bilasølan við bara 123 nýggjum bilum, og næstan allar bilasølurnar fóru á húsagang.

 

Men síðani 2009 hevur verið støðug framgongd.

 

Talvan niðanfyri vísir gongdina í søluni av nýggjum akførum í Føroyum síðani 2008 – og munin í prosentum í mun til árið fyri:

 

ár

akfør

munur árið fyri

2008

1948

-30,85%

2009

1053

-45,92%

2010

1135

7,79%

2011

1218

7,31%

2012

1527

25,27%

2013

1852

21,36%

2014

2201

18,72%

2015

2534

15,13%

2016

2704

6,67%

2017(jan-sep)

1858

-5,06%

 

Talvan niðanfyri er frá Akstovuni og vísir gongdina í bilasøluni í Føroyum fyrstu átta mánaðirnar í ár.

 

HAGTØL Nýggj akfør

Hagtøl um skráseting av NÝGGJUM akførum

fyri Jan-Aug 2017 og 2016
Útskriftin vísir, hvussu stór broyting er í talinum av skrásettum nýggjum akførum 2 fylgjandi ár.

Útskrift nr.: 1.1.02.1

Skrásett Nýggj akfør, Jan-mána

Akfaraslag

Aug 2017

Aug 2016

Broyting Aug 17/16

Jan-Aug 2017

Jan-Aug 2016

Broyting 17/16

%broyting 17/16

Bussar

0

0

0

1

1

0

0.00 %

Hýruvognar

6

2

4

16

20

-4

-20.00 %

Kampingbilar

1

0

1

7

4

3

75.00 %

Kampingvognar

0

0

0

11

13

-2

-15.38 %

Lastbilar

2

0

2

19

8

11

137.50 %

Leguvognar

1

0

1

3

1

2

200.00 %

Lendisakfør

1

2

-1

11

13

-2

-15.38 %

Motorsúkklur

6

2

4

47

16

31

193.75 %

Neyðsendarakfør

1

0

1

8

19

-11

-57.89 %

Persónbilar

139

177

-38

1332

1451

-119

-8.20 %

Prutl

2

6

-4

25

42

-17

-40.48 %

Smábussar

0

0

0

2

0

2

ódef.

Tangabilar

0

0

0

2

0

2

ódef.

Viðfestivognar

20

26

-6

138

160

-22

-13.75 %

Vøruvognar

25

37

-12

236

209

27

12.92 %

 

Samlað:

204

252

-48

1858

1957

-99

-5.06 %

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her