fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Jóannes Bjartalíð heldur, at 3-0 til NSÍ er eitt sindur misvísandi úrslit

Heri Simonsen 25.05.2017 (20:35)

Bjartalíð: Eitt sindur misvísandi úrslit

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jóannes Bjartalíð aftaná Jóannes saman við liðfeløgunum í KÍ hevði tapt 0-3 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. NSÍ vann samanlagt 5-2.

 

Jóannes Bjartalíð heldur, at leikliga trýsti KÍ heimaliðið í botn allan dystin. Hann heldur, at úrslitið er eitt sindur misvísandi.

 

Hann staðfestir, at tað gjørdi arbeiðssetningin væl tyngri tá NSÍ skoraði til 1-0 uppá einasta málmøguleikan heimaliðið hevði í fyrra hálvleiki. Tá mátti KÍ fram at skora tvey mál, og tað eydnaðist NSÍ at skora tvey mál uppá mótálop.

 

Jóannes Bjartalíð slær fast, at teir í KÍ ætla sær uppá hestin aftur beinavegin, og nú verður alt fokusið uppá effodeildina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her