fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 28.02.2017 (09:30)

Borgward framleiddir í Kina

Eitt av best kendu týsku bilmerkjunum frá tíðini áðrenn og eftir seinna heimsbardaga, Borgward, fær nú comeback við einum heilt nýggjum Borgward BX7.

 

Borgward var ein týsk bilverksmiðja, sum varð stovnað í 1920-unum í Bremen av Carl F. W. Borgward. Ein av best kendu Borgward var Isabella, sum varð væl umtóktur og tann mest seldi av øllum Borgward modellunum. 

 

Men í 1961 var Borgward ævintýrið í Bremen liðugt, tá verksmiðjan fór á húsagang.  Borgward konsernin framleiddi bilmerkini: Borgward, Hansa, Goliath og  Lloyd.

 

Tað er abbasonur Carl Borgward, Christian Borgward, sum stendur fyri hesi verkætlan við nýggja Borgward. Fyrsti bilurin er ein Borgward BX7, sum er ein væl útgjørdur luksus SUV. BX7 er ein hybridbilur við elmotori og 2,0 bensinmotori.

 

Borgward BX7verður framleiddur Beijing í Kina, har sølan byrjaði í fjør. Tveir aðrir minni Borgward eru ávegis, talan er um BX5 og BX6. Borgward kemur á evropeiska marknaðin um eitt ella tvey ár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her