fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 03.10.2016 (13:31)

Brúktbilainnflutningurin óbroyttur

Talið av innfluttum, brúktum akførum er so gott sum óbroytt higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Størsta broytingin er í talinum av lastbilum. Meiri enn tvífalt so nógvir brúkir lastbilar eru innfluttir higartil í ár í mun til fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Higartil eru 35 brúktir lastbilar komnir til landið, í mun til 17 sama tíðarskeið í fjør.

 

Talið á ellisakførum er eisini vaksið lutfalsliga nógv, úr 6 frá januar til septembur í fjør til 11 higartil í ár.

 

Størstu afturgongdirnar eru í talinum á personbilum og kampingvognum. Talið á persónbilum er minkað úr 61 í fjør til 54 í ár, meðan talið á kampingvognum er minkað úr 21 niður í 14.

 

Samlaða talið á innfluttum, brúkrum akførum í ár er 179. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var talið 168.