fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.9m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 05.01.2017 (09:07)

Chrysler Portal Concept

Á framsýningini Consumer Electronic Show, sum í hesum døgum er í Las Vegas, sýnir FiatChrysler elbilin Chrysler Portal Concept.

 

Bilurin er sera framkomin og er gjørdur í samstarvi við Google og Panasonic. Hann koyrir yvir 400 km upp á eina løðing. Um brúk er fyri tí, kann hann løðast til at koyra umleið 200 km eyka upp á minni enn 20 minuttir.

 

Chrysler Portal Concept hevur tvær elektriskar dragihurðar á hvørjari síðu.   

 

Sum skilst kunnu vit rokna við at hesin bilurin við ávísum broytingum kemur á marknaðin um eini tvey ár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her