fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 01.10.2017 (07:57)

Eitt sindur meiri ferð á bilasøluni

Seinasta mánaðin eru seldir eitt sindur fleiri bilar. Í øllum førum er afturgongdin søluni av nýggjum bilum minkað. Higartil í ár eru seldir 2.112 nýggj akfør ímóti 2.160 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 48 akfør ella 2,22 prosent.

 

Tá Akstovan gjørdi tølini upp fyri einum mánaði síðani var afturgongdin tvífald so stór, 99 akfør. Fyrstu átta mánaðirnar í ár vórðu skrásett 1.858 nýggj akfør í mun til 1.957 sama tíðarskeið árið fyri.

 

Tað merkir, at tann lítla afturgongdin, sum var átta teir fyrstu mánaðirnar er minkað niður í helvt, nú gjørt verður upp fyri níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Sølan av nýggjum bilum hevur gingið støðugt framá síðstu árini. Tá stígur er í búskapinum vísir tað seg ofta at ganga hart út yvir bilasøluna. Tað sóu vit í nítiárunum, tá bilasølan fór frá væl oman fyri 2.000 akfør niður í 123 akfør tá ringast stóð til um 1993.

 

Fíggjarkreppan fyri sløkum 10 árum síðani merkti eisini bilasøluna í Føroyum, sum minkaði nógv. Í 2009 var afturgongdin næstan 50 prosent, og tá vóru bara seld 1.053 nýggj akfør í Føroyum.

 

Men síðani hevur gingið støðugt framá. Vøksturin var upp í 25 prosent um árið. Tað er sjálvandi eitt mark fyri, hvussu nógvir nýggir bilar kunnu seljast, hóast vit ikki kennað tað markið.

 

Í fjør vaks bilasølan við 6,7 prosentum í mun til 2015, og tí bendir okkurt á, at sølan er komin í eina javna legu – og áhugavert verður at síggja, um lítla afturgongdin higartil í ár fer at venda til eina framgongd, sum tølini seinasta mánaðin kunnu benda á.

 

Talvan niðanfyri vísir gongdina í søluni av nýggjum akførum í Føroyum síðani 2008 – og munin í prosentum í mun til árið fyri:

 

ár

akfør

munur árið fyri

2008

1948

-30,85%

2009

1053

-45,92%

2010

1135

7,79%

2011

1218

7,31%

2012

1527

25,27%

2013

1852

21,36%

2014

2201

18,72%

2015

2534

15,13%

2016

2704

6,67%

2017(jan-okt)

2112

-2,22%

 

Niðanfyri síggjast myndir frá altjóða bilaframsýning í Frankfurt í Týsklandi í síðsta mánaði. (Myndir: /ritzau/Jens Dresling)

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her