fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 31.05.2017 (08:25)

Ektaður sportsligur Alfa Romeo

Fyrsti Alfa Romeo Giulia er komin til landið. Giulia hevur leingi verið ávegis og er avloysarin fyri Alfa Romeo 159, sum fór av marknaðinum í 2011.

 

Alfa Romeo er eitt fínt italienskt bilmerki, ið er kent fyri sínar dygdir sum t.d. design, motorkraft og góðar sportsligar koyrieginleikar. Hesin nýggi Giulia er einki undantak, hann er kvikur og koyrir sum ein ektaður Alfa Romeo.

 

Bilurin, ið verður drivin av bakhjólunum, hevur flott design bæði innan og uttan og koyrieginleikar í toppklassa. Giulia fæst í ymiskum bensin- og diesel útgávum. Hesin, vit royndarkoyrdu, er ein við 200 hk bensinmotori. Við botntrekki upp á 330 Nm er hann sera kvikur og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,6 sekund. Hann hevur automatisk gear og koyrir 16,7 km/l.

 

Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d.lyklafríari atgongd til hurðar og startlás, Bi-Xenon forlyktir og LED baklyktir, leðurróður, leður og stoffsetur, 2-sonu klimaanlegg og sportsligar aluminium pedalir. Giulia fæst sum diesel  við ávikavist 150 og 180 hk.

 

Giulia fæst t.d. í útgávuni Quadrifoglio við 2,9 litra V6 motori við 510 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,9 sekund. Giulia Quadriofoglio verður drivin við eini framkomnari skipan, ið nevnist Torque Vectoring System.

 

Fyri tey sum ynskja sær ein annarleiðis sedan, er Alfa Romeo Giulia eitt gott val. Bilurin er sportsligur og tekur seg væl út í ferðsluni. Bilurin kann síggjast og roynast Nordcar.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her