Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 29.09.2016 (08:46)

Elektriskur Audi A9

Ovasta leiðslan hjá Audi hevur givið grønt ljós til at halda fram við at menna nýggja Audi A9 e-tron.

 

Í eini samrøðu við bretska bretska blaðið Autocar, vísir ovasti stjórin hjá Audi, Rupert Stadler, á, at Audi A9 e-tron er í stoypiskeiðini.

 

Audi A9 e-tron kemur væntandi at hava tríggjar elmotorar, sum deila kraftina til øll fýra hjólini við trinleysum gearkassa.

 

Bilurin kemur at koyra frá 0-100 km/t upp á 4,6 sekund og toppferðin verður avmarkað til 210 km/t. Audi A9 e-tron verður fyrsti Audi, sum við eini nýggjari tøkni ger bilin lutvíst sjálvkoyrandi.  

 

Eftir ætlan skal Audi hava tríggjar ymiskar elektriskar bilar í 2020, sum allir skulu kunna koyra upp til 500 km upp á eina løðing. Í 2025 skulu 25 prosent av bilunum hjá Audi vera elbilar.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/