fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 29.08.2016 (17:27)

Fjórði hvør Toyota er hybrid

Síðani Toyota Prius kom á marknaðin í 1997, hevur Toyota gingið á odda innan hybrid-tøknina. Í dag fáast flestu útgávur av Toyota eisini í Hybrid-útgávu, og eingin ivi er um, at hetta eru bilar, sum brúkarin hevur tikið til sín.

 

Tað skrivar Reyni Service á síni Facebooksíðu:

 

– Hóast vit enn bert eru komin til august mánað, so hevur sølan av Hybrid-bilum langt síðani sett met her á landi.

 

Í fjør seldi Reyni Service 21 Hybrid-bilar, og svaraði hetta til sløk 7 prosent av samlaðu søluni.

 

Higartil í ár hevur talið verið 64. Samlaða sølan av nýggjum bilum hevur higartil verið 242. Tað vil við øðrum orðum siga, at meira enn fjórðingurin av nýggju bilunum, sum Reyni Service hevur selt higartil í ár, er ein Hybrid-bilur.

 

Toyota er væl og virðiliga fremst, tá um ræður sølu av Hybridbilum. Eisini um okkara leiðir, har hagtølini vísa, at níggju av tíggju seldum hybrid-bilum eru frá Toyota.

 

Møguleiki er at velja í millum seks ymiskar Toyota Hybridbilar: Yaris Hybrid, Auris Hybrid, Auris Hybrid Touring Sports, Prius, Prius+ og RAV4 Hybrid. Eisini fáast flestu útgávurnar av Lexus við Hybrid-motori. Yaris Hybrid er best umtókti og samstundis bíligasti hybridbilurin her um leiðir.

 

Í heimshøpi marknaðarførir Toyota 33 ymisk hybridmodell, sum øll koyra upp á eina samanseting av el og bensin. Tað serliga við hybrid-tøknini hjá Toyota er, at bilurin ikki skal løðast. Bilurin syrgir sjálvur fyri at gagnnýta rørsluorkuna, sum verður skapt undir koyringini, eitt nú tá bremsað verður.

 

Útrokningar hjá Toyota vísa, at samlaða CO2-útlátið frá teium hybrid-bilum, sum Toyota hevur framleitt, hevur verið 67 milliónir tons minni, enn tað vildi verið, um hesir bilar vóru bensin- ella diesel-drivnir. Samstundis hevur Toyota roknað seg fram til, at hybridbilarnir hava spart 25 milliónir litrar av bensini sammett við líknandi bensinbilar í somu stødd.

 

Í oktober í fjør almannakunngjørdi Toyota sína nýggju stóru umhvørvisætlan, Toyota Environmental Challenge 2050, sum er sett í verk fyri at minka um keðiligu ávirkanina av bilum á umhvørvi og heilsu sum heild til at vera so tætt uppá null sum møguligt. Hartil ynskir Toyota í ein enn størri mun at viðvirka til eitt meiri burðardygt samfelag.

 

Fyri at kunnua uppfylla hesi stóru mál arbeiðir Toyota við at økja um nøgdina av umhvørvisrøttum hybridsniðum enn meira. Í dag selur Toyota eitt sindur yvir eina millión hybridbilar um árið, men japanski risin strembar eftir eini árligari sølu á 1,5 milliónir hybridbilar, og at í teir seinasta lagi runda 15 milliónir seldar hybridbilar í 2020.

 

– Heimsins fyrsti hópframleiddi hybridbilur, Toyota Prius, sá dagsins ljós fyri 19 árum síðani í 1997, og Toyota er tí tann bilframleiðarin við mest royndum við hybridtøkni. Tí tora vit eisini at bjóða 10 ára trygd upp á hybridbattaríið. Tað er við til at geva øllum hybridbilaeigarum ein eyka tryggleika, skrivar Reyni Service.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her