Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 26.04.2017 (00:39)

Flaggdagshald á Vaglinum og ellisakfør

Fyri 27. ferð vóru ellisakfør partur av flaggdagshaldinum í Havn, sum Havnar Hornorkestur skipar fyri.

 

Tað hevur verið siður, síðani felagið Føroya Ellisakfør varð stovnða í 1992, at gomlu bilarnir og súkklurnar vórðu »luftað« flaggdagin, eins og gamalt var, at kappróðrarbátarnir tá vórðu flotaðir.

 

Tey fyrstu árini vóru bilarnir sýndir fram á Vaglinum. Seinni á Kongabrúnni og á Bursatanga. Men tað voldi ov nógvar trupulleikar, at bilar og kapprennarar vórðu blandaðir saman. Seinnu árini hava bilarnir verið vístir fram í Tórsgøtu undir flaggdagshaldinum, og soleiðis var eisini í ár.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja kykmynd av ellisakførum og flaggdagshaldinum á Vaglinum, har Eydna Skaale, retorikari, helt flaggdagsrøðuna.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her