Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.05.2018 (07:23)

Framgongd í bilasøluni fyrstu mánaðirnar

Bilaslan í Føroyum veksur aftur. Seinasta mánaðin vendi bilsølan frá minus til pluss. Tilsamans vórðu seld 33 akfør fleiri fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá gjørt varð upp fyri einum mánaði síðani stóð sama talið á minus 32.

 

Tilsamans eru 916 akfør innflutt higartil í ár í mun til 884 sama tíðarskeið í fjør.

 

Størstu tølini eru sum vera man fyri persónbilar. Higartil eru innfluttir 705 nýggir persónbilar í mun til 647 sama tíðarskeið í fjør. Ein vøkstur upp á 58 bilar ella sløk 9 prosent.

 

Næststørstu tølini eru fyri vøruvognar. Har er vøksturin ein bilur. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru innfluttir 129 vøruvognar í mun til 128 sama tíðarskeið í fjør.

 

Akfaraslag

Apr 2018

Apr 2017

Broyting Apr 18/17

Jan-Apr 2018

Jan-Apr 2017

Broyting 18/17

%broyting 18/17

Bussar

1

1

0

1

1

0

0.00 %

Hýruvognar

4

0

4

8

3

5

166.67 %

Kampingbilar

1

0

1

3

4

-1

-25.00 %

Kampingvognar

2

4

-2

2

7

-5

-71.43 %

Lastbilar

0

0

0

4

8

-4

-50.00 %

Leguvognar

0

0

0

2

1

1

100.00 %

Lendisakfør

0

3

-3

2

6

-4

-66.67 %

Motorsúkklur

2

0

2

3

2

1

50.00 %

Neyðsendarakfør

3

1

2

3

3

0

0.00 %

Persónbilar

212

162

50

705

647

58

8.96 %

Prutl

8

8

0

13

23

-10

-43.48 %

Smábussar

0

2

-2

1

2

-1

-50.00 %

Tangabilar

0

1

-1

0

2

-2

-100.00 %

Viðfestivognar

19

12

7

40

47

-7

-14.89 %

Vøruvognar

37

30

7

129

128

1

0.78 %

Samlað

289

224

65

916

884

32

3,62%

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her