Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 13.02.2017 (06:47)

Fyrsti brintbilur kemur til Føroya í dag

Fyri fyrstu ferð ber til at síggja ein og uppliva ein vetnisbil (brintbil) í Føroyum. Reyni Service, sum umboðar Toyota í Føroyum, hevur opið hús leygardagin, har bilurin verður vístur fram.

 

Vikublaðið skrivar í dag, at tað tó ikki fer at bera til at fáa royndartúr við bilinum. Hann kemur til Føroya sum ein framsýningarbilur og kann ikki koyra fleiri enn teir 550 kilometrarnar, sum tangin røkkur. Eingin áfyllingarstøð er í Føroyum, og tí ber ikki til at fylla tangan aftur.

 

Vetnisbilurin hjá Toyota eitur Toyota Mirai. Og »mirai« á japonskum merkir »framtíð«. Toyota hevur gjørt sera stórt granskingararbeiði við vetnisbilum í mong ár – og hava nú sent hendan bilin á marknaðin.

 

Fyrsti hópframleiddi hybrid-bilurin frá Toyota kom fyri góðum 20 árum síðani á marknaðin. Í hybrid-bilum verður rørsluorkan, sum stavar frá vanligari koyring, goymd á battaríum og nýtt til el-motorin, sum hjálpir bensinmotorinum.

 

Vetnisorka ger tað gjørligt at koyra bil, uttan at tú á nakran hátt dálkar umhvørvið. Tað er at kalla óavmarkað tilfeingi í náttúruni, tá talan er um vetni, og hættirnir at goyma orkuna gerast støðugt meira framkomnir.

 

– Tað verður nógv tosað um umhvørvi í hesum døgum. Hjá Toyota hevur aðalsetningurin ígjøgnum nógv ár eisini verið, at vit vilja gera nakað við umhvørvið. Vit hava seinnu árini upplivað, at hybrid-bilarnir frá okkum hava verið serstakliga væl umtóktir, men menningin steðgar sjálvandi ikki her. Vetnisbilar eru okkara boð upp á eina grønari framtíð, og vit vilja fegin vísa føroyingum, hvussu ein vetnisbilur sær út og riggar, sigur Sámal av Reyni, sum er stjóri á Reyni Service, við Vikublaðið í dag.

 

Vetnisbilurin er í veruleikanum ein hybrid-bilur, sum vit kenna tað frá Toyota. Í mun til higartil vanligu hybrid-bilarnir nýtir Mirai tó vetni – brint – ístaðin fyri bensin sum brennievni.

 

Vetnið verður leitt frá tangunum, og tá tað rennur saman við luft, hendir ein evnafrøðilig reaktión, har el verður framleitt. Hetta verður síðani nýtt sum drívmegi í motorinum, sum gevur heilar 154 hestar og eitt moment upp á 335 Nm. Og einasta útlátið er altso reint vatn, sum dryppar úr útstoytinum!

 

Tá talan er um hybrid, gagnnýtir bilurin eisini rørsluorkuna, sum verður skapt við vanligari koyring. Hvørja ferð tú tekur ferðina av bilinum, ella um tú rullar í undanbrekku, verður orka tikin av bilinum. Undir vanligum umstøðum hvørvur henda orka, men í hybrid-bili verður hon goymd í battarípakkanum, sum so hjálpir vanliga motorinum, tá tørvur er á tí.