fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.9m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 23.12.2016 (10:30)

Fyrsti hybridbilurin frá Kia

Sum nakað nýtt kemur Kia á marknaðin við hybridbilinum Niro.

 

Hetta er fyrstu ferð at Kia kann kappast við aðrar hybridbilar her á okkara leiðum. Niro líkist eini blanding av Kia Ceed og Kia Sportage.

 

Niro, sum er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, hevur 1.6 litra bensinmotor við 105 hk og 32 kW el-motor við 44 hk og koyrir 26,0 km/l. Nógv er gjørt burtur ljóðdoyving, og lítið hoyrist til motorarnar.

 

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Niro hevur automatiskan gearkassa.

 

Talan er um ein komfortablan økonomiskan og tryggan familjubil, sum er sera rúmligur í mun til støddina. Viðførisrúmið er heilar 427 litrar. Niro kann draga ein viðfestisvogn upp til 1.300 kg.

 

Eins og allir aðrir Kia hevur hesin eisini 7-ára garanti. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her