fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 15.03.2017 (09:00)

Fyrsti SUV frá Alfa Romeo

Á bilaframsýningini  í Geneve verður nýggi Alfa Romeo Stelvio frumsýndur í Evropa.

 

Stelvio er eitt nýtt alternativ hjá teimum, sum ynskja sær ein eksklusivan og sportsligan SUV.

 

Bilurin fæst í fleiri útgávum hvat útgerð viðvíkur: Stelvio Super, Stelvio Business og Stelvio Edition. Flottasta útgávan er Stelvio Quadrifoglio við V6-motori og 510 hk.

 

Annars fæst Stelvio við 2,0-litra bensinmotori við 280 hk og 2,2-litra diesel við 210 hk. Báðar útgávurnar hava 8-trins automatgear sum standard.

 

Stelvio er ein ektaður Alfa Romeo við sportsligum koyrieginleikum. Hann er 4.69 m langur, 1.90 m breiður og 1.67 m høgur. Aksilfrástøðan er 2.82 m. Alfa Romeo Stelvio kemur á marknaðin í vár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her