fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 13.03.2017 (09:39)

Heimskendur bilur 80 ár

Walt Disney bilurin hjá Anders And fyllir 80 ár. Tað var í 1937 at bilurin fyrstu ferð sá dagsins ljós.

 

Í nýggjasta blaðnum Anders And & Co. verður nógv gjørt burturúr, at bilinum við eins væl kendu nummarplátuni 313 er vorðin 80 ára gamal.

 

Blaðið er á tremur við søgum um bilin. Nógvir bilaeigarar kenna seg aftur í søgunum um Anders And bilin, serliga tá ikki alt gongur eftir vild, og teir hava ymiskar trupulleikar við gamla bilinum. Bilurin er eisini kendur frá Anders And filmum.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her