fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Higartil í ár er Toyota nógv best umtókti bilur í Føroyum

Eirikur Lindenskov 03.09.2017 (07:34)

Hesar bilar dámar føroyingum best

Hóast Volkswagen fór við fyrstaplássinum í augustmánaði, og hóast líka nógvir Citroen vórðu seldir, sum Toyota, so er Toyota framvegis nógv mest selda bilmerki í Føroyum í ár.

 

Og tað er einki nýtt, at føroyingar keypa nógvar Toyota. Seinastu 10 ár árini hevur Toyota ligið á fremsta plássi átta ferðir. Tað er bara í 2013 og 2015, at Citroen megnaði at yvirhála Toyota. Í 2013 vórðu seldir 260 Citroen og 239 Toyota. Í 2015 vórður seldir 311 Citroen og 310 Toyota.

 

Men seinasta mánaðin er tað Volkswagen, sum hevur gjørt besta hálið millum føroysku bilkeypararnar. 24 hava keypst Volkswagen í august, 19 hava keypt Citroen og Toyota.

 

Listin niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í ár:

 

Bilmerki

Akf.tal

1. TOYOTA

235

2. VOLKSWAGEN

208

3. CITROEN

198

4. NISSAN

187

5. FORD

131

6. MITSUBISHI

95

7. RENAULT

83

8. BRENDERUP

72

9. MERCEDES-BENZ

66

10. KIA

60

 

 

 

Listin niðanfyri vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í augustmánaði í ár:

 

Bilmerki

Akf.tal

1. VOLKSWAGEN

24

2. CITROEN

19

3. TOYOTA

19

4. NISSAN

16

5. RENAULT

15

6. FORD

14

7. MITSUBISHI

12

8. BRENDERUP

11

9. SUZUKI

9

10 MERCEDES-BENZ

8

 

 

 

Vert er at geva gætur, at viðfestisvognar seinastu árini eru væl umboðaðir á topp 10 listanum. Í ár og í august, hevur viðfestisvognurin Brenderup, lagt seg á 8. pláss av mest seldu akførunum.

 

Trý tey mest seldu bilmerkini í Føroyum frá 2008 til og við 2016:

 

 

 

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

Tilsamans

1

Toyota

163

99

135

148

196

239

310

310

315

1915

2

Citroen

91

87

108

135

184

260

292

311

269

1737

3

Ford

125

77

95

89

94

123

215

204

217

1239

 

Kelda: Uppgerðir frá Akstovuni


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her