fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.08.2017 (06:33)

Hetta slagið er mest seldi bilur í Føroyum

Higartil í ár eru seldir 216 Toyotabilar í Føroyum. Tað merkir, at Toyota framvegis er mest seldi bilur í Føroyum.

 

Næst Toyota kemur Volkswagen – 184 Volkswagen eru seldir higartil í ár.

 

Á triðja plássi kemur Citroen við 179 bilum.

 

Taka vit bara seinasta mánaðin, juli mánað, so var býtið tað sama, at Toyota var fremst, síðani Volkswagen og Citroen.

 

Samlaða talið á seldum bilum er annars stagnerað. Higartil í ár eru seldir 1653 bilar ímóti 1705 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á trý prosent. Talið á seldum persónbilum er minkað góð seks prosent, meðan talið á seldum vøruvognum er hækkað við  23 prosentum.

 

Her eru 10 tey mest seldu bilasløgini higartil í ár:

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

216

VOLKSWAGEN

184

CITROEN

179

NISSAN

171

FORD

117

MITSUBISHI

83

RENAULT

68

BRENDERUP

61

MERCEDES-BENZ

56

KIA

55

 

 

 

Her eru 10 tey mest seldu bilasløgini í juli mánaði:

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

31

VOLKSWAGEN

23

CITROEN

15

NISSAN

15

BRENDERUP

11

FORD

11

SUZUKI

10

MERCEDES-BENZ

9

RENAULT

8

KIA

7

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her