Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.12.2016 (07:22)

Hevur keypt originala bilin hjá Olsen Banden

Kasper Gorm Christensen, sum býr í Stege á Møn í Danmark eigur nú tann originala Olsen Banden bilin.

 

Tá vit siga »tann originala«, so er tað ein av teimum originalu, tí fleiri ymsir bilar vórðu brúktir í filmunum. Talan er um ein Chevrolet Bel Air árgang 1959. Bilurin hevur verið brúktur í Olsen Banden nummar 9, 10, 11, 12 og 13.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja sjónvarpsbrotið.

 

Tá sjónvarpsliðið vitjaði Kasper Gorm Christensen, hevði hann júst verið og keypt bilin frá einum øðrum savnara, sum ikki sá seg føran fyri at fáa bilin til bil aftur. Kasper Gorm Christensen sigur, at hetta er tann einasti av teimum originalu Olsen Banden bilunum sum enn er til.

 

Hann fer nú at kasta seg yvir uppgávuna og væntar, at bilurin verður klárur í summar. Tá væntar hann at hava brúkt einar 1.000 tímar upp á bilin.

 

Olsen Banden er ein donsk filmsrøð frá Nordisk Film, ið snýr seg um Egon Olsen, Benny Frandsen og Kjeld Jensen og ótroyttiligu royndir teirra at stjala milliónir. 14 filmar eru gjørdir í røðini frá 1968 til 1998. Hesir filmar eru millum mest sæddur filmar í donskum biografum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her