Leita á in.fo

Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service við einum Toyota Auris Hybrid. Eyðkennið fyri Hybrid er blái liturin á Toyotamerkinum fremst á bilinum

Eirikur Lindenskov 08.03.2017 (00:14)

Ikki klár at taka ímóti vetnisbilum enn

Í hoyringsskrivi til uppskotið um afturbering av mvg til umhvørvisvinaligar bilar sigur bilasølan Reyni Service seg fegnast um, at almennu Føroyar við hesum taka ítøkilig sig til at fáa einar grønari Føroyar, har vit taka felags ábyrgd í hesum altjóða trupulleika.

 

– Mælt verður til, at tíðaravmarkingin fyri vetnisakfør verður longd til fimm ár, eftirsum vit í dag ikki hava eitt undirstøðukervi, sum tænir keyparum av vetnisakførum, skrivar Reyni Service.

 

Lesið eisini: Tey sum keypa »grønar« bilar fáa mvg'ið aftur

 

Bilasølan heldur tað valla verða hugsandi, at nøkur søla av vetnisbilum fer fram, áðrenn í minsa lagi ein áfyllingarstøð er ein veruleiki.

 

Til tað svarar Fíggjarmálaráðið at orsøkinar til tíðaravmarkingina eru fleiri.

 

– Tøkniliga menningin av grønum motorakførum gongur skjótt, og prísirnir eru á veg niðureftir, tí má væntast at el- og vetnisakfør um fá ár verða kappingarfør í prísi við vanlig akfør, og tá verður ikki neyðugt við eini serligari afturberingarskipan. Eisini verður mett rætt at eftirmeta tílíka skipan eftir tveimum árum. Hartil kann ein tíðaravmarkað skipan hava stimbrandi ávirkan á áhugan hjá fólki at umleggja frá dálkandi akfari til meira grønt akfar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her