Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 18.01.2017 (09:30)

Kappast við teir bestu í Evropa

Kia kemur nú við einum sportsligum sedan, sum skal kappast við teir bestu í Evropa. Talan er um Kia Stinger.

 

Tað er designtoymið hjá Kia í Frankfurt, sum hevur teknað Stinger og stendur fyri framleiðsluni av bilinum.

 

Fyri at tryggja sær at bilurin hevur somu koyrieginleikar og komfort sum týsku kappingarneytarnir hevur Kia fingið sær ekspertisu við at keypa ein av fremstu verkfrøðingunum hjá BMW.

 

Bilurin er nakað størri enn BMW 3-serian og eitt sindur minni er 5-serian hjá BMW. Sum standard verður Stinger bakhjólsdrivin við 8-trins automatgearkassa. Hann verður eisini at fáa sum 4x4.

 

Stinger fæst við 2,0 litra bensinmotori við 255 hk og 3,3-litra V6 motori við 365 hk. Seinni verður hann eisini at fáa sum diesel.

 

Kia Stinger verður fyrst sýndur fram í USA, síðan verður hann at síggja á bilaframsýningini í Genève í mars.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/