fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 29.01.2017 (07:30)

Latið fólkið sleppa at keypa kvalitetsbilar

– Heldur enn at tosa um mvg-frítøku av el-bilum vóna vit, at tosið verður broytt til eitt kjak um at lækka virðisgjaldið, CO2-avgjaldið, plátu- og sýnsgjald, burturbeiningargjald og mvg fyri allir persónbilar,

 

Landsstýrið hevur ætlanir um at strika MVG á el- og brintbilum, og í hesum sambandi vilja vit vísa á skeivleikan í skatta- og avgjaldsskipanini, sum landið førir.

 

– Føroyingar gjalda alt ov nógv avgjøld, tá talan er um keyp av nýggjum bilum.

 

Tað halda teir, sum reka bilasøluna Nordcar í Havn, sum millum annað selur BMW og Fiat bilar.

 

Í skrivi, teir hava lagt á netið siga teir, at bilarnir í Føroyum eru so dýrir, tí at skattir og avgjøld eru so stórur partur av prísinum á bilinum.

 

– Skattir og avgjøld á einum nýggjum bili eru umleið 43 prosent av samlaða bilprísinum. Hetta meta vit verða fullkomiliga órímiligt, tí føroyski brúkarin hevur longu rindað umleið 40 prosent í skatti av teimum pengunum, sum hann keypir bil fyri, skriva teir.

 

– Heldur enn at tosa um mvg-frítøku av el-bilum vóna vit, at tosið verður broytt til eitt kjak um at lækka virðisgjaldið, CO2-avgjaldið, plátu- og sýnsgjald, burturbeiningargjald og mvg fyri allir persónbilar, skriva teir.

 

– Ein lækking av skrásetingargjøldunum hevði havt við sær, at allir føroyingar høvdu havt møguleikan at keypa sær kvalitetsbilar, sum bæði dálka minni, eru tryggari og geva eitt betri nøgdsemi.

 

– Hví skulu føroyingar ikki nóta gott av hesum sjálvsagda ágóðanum, sum eitt nú Svøríki, Týskland, Ongland og fleiri onnur lond bjóða sínum borgarum? Hví skal Landskassin krevja so nógv, spyrja teir á Nordcar.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her