Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 05.05.2017 (14:27)

MC-Boggie í morgin

Harley Owners Group Føroyar skipar fyri sonevndum MC-Boggie í morgin.

 

Tiltakið byrjar kl. 11 í Jónas Broncksgøtu 31, har sum Harley-klubbin heldur til. Í hesum sambandi verður Jónas Broncksgøta stongd frá kl. 10.30 -12.00 á strekkinum uttan fyri Harley klubban.

 

Felagskoyringin verður noðureftir gjøgnum Kollafjørð við einum steðgi við Magn-støðina við Streym. Síðan verður koyrt um Eiðisskarð og so til Mentanarhúsið í Fuglafirði.

 

MC-Boggie er fyri øll motorsúkkluáhugað, verður sagt í tíðindaskrivi frá Harley Owners Group Føroyum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her