fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 11.04.2017 (11:20)

Mercedes GLC við 510 hk

Hjá Mercedes-Benz hendir nógv alla tíðina, og nógv nýtt kemur á marknaðin.  

 

Ein nýggjheit er hesin Mercedes AMG GLC 63 4Matic+, sum verður frumsýndur á bilaframsýningini í New York nú á páskum.

 

Hesin er ein rættiliga sportslig útgáva av GLC, hann hevur 4,0 litra V8 Twin Turbo við 510 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,8 sek. Snúningsmomentið er 700 Nm v/1750-4500 snún/min.

 

Bilurin sær sportligur út og hevur nýggja designstílin hjá Mercedes. Sambært Mercedes kemur bilurin á marknaðin seinni í ár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her