Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 24.08.2017 (08:50)

Mitsubishi Eclipse Cross

Fyrst í komandi ári kemur ein heilt nýggjur Mitsubishi á marknaðin. Talan er um Mitsubishi Eclipse Cross.

 

Eclipse Cross er ein 5-persónabilur við góðum plássi til øll tey ferðandi í bilinum. Hann er væl innrættaður, har alt virkar væl og ergonomiskt rætt. Til dømis kann baksetrið flytast 20 cm aftur og fram, fyri at geva størri viðførisrúm ella meira beinpláss til tey sum sita aftan í bilinum.

 

Í fyrstu atløgu kemur Eclipse Cross við 1.5-litra bensinmotori við 163 hk. Seinni kemur hann eisini sum diesel við 2.2-litra motori. Bilurin verður at fáa bæði sum forhjólsdrivin og sum 4WD.

 

Mitsubishi Eclipse Cross verður framleiddur í Japan og skal seljast kring um í heiminum. Her hjá okkum er tað P/F Waag & Company, sum umboðar Mitsubishi. 

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her