Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 23.09.2016 (10:09)

Mitsubishi konseptbilur frumsýndur

Ein heilt nýggjur Mitsubishi konseptbilur hevur heimspremieru á bilaframsýningini í Paris fyrst í oktober.

 

Talan er um hybridbilin Mitsubishi GT-PHEV, sum verður drivin av bensin- og elmotori framman og einum elmotori aftan til bakhjólini, tá bilurin skal trekkja við øllum fýra hjólunum.

 

Í vanligari býkoyring koyrir hesin upp til 120 kilometrar við elmegi, áðrenn bilsinmotorurin tekur við.

 

Designið er rættiliga markant og sermerkt. Roknað verður við, at hesin konseptbilurin er eitt boð upp á avloysarin fyri núverandi Mitsubishi Outlander.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/