Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.12.2016 (06:42)

Nissan mest seldi bilur í november

Eitt nýtt bilmerki hevur nú meldað seg til dystin um at verða mest seldi bilur í Føroyum. Tað er japanska merkið Nissan.

 

Ikki tí, nógvir Nissan bilar eru seldir í Føroyum millum ár og dag – og onkuntíð hevur Nissan eisini ligið í fremstu røð. Men ikki seinnu árini. Toyota hevur ligið fremst nú í mong harrans ár. Citroen hevur seinnu árini verið væl við í kappingini – og varð mest seldir bilur í Føroyum í 2015 – tá Citroen lá ein bil framman fyri Toyota. Í fjør vórðu seldir 311 Citroen og 310 Toyota

 

Men fyrstu 11 mánaðirnar í ár liggur Toyota klárt á odda, 38 bilar framman fyri Citroen. Seldir eru higartil 293 Toyota og 255 Citroen.

 

Reyni Service hevur í longri tíð havt tann trupulleikar, at tey ikki hava kunna selt Toyota Avensis og Toyota Verso, tí at Toyota ikki hevur góðkent trygdarskipanina Safety Sense System í Føroyum.

 

Toyota Safety Sense er ein kombinatión av aktivari trygdartøkni, sum minkar um vandan fyri at bilurin verður íblandaður ferðsluóhapp og vanlukkur, eins og skipanin økir um trygdina hjá øllum í ferðsluni.

 

Skipanin heldur til dømis frástøðu til bilin framman fyri og bremsar sjálv, um tað er neyðugt, eins og hon rættar bilin upp aftur, um hann fer av kós. Eisini ansar skipanin eftir fótgangarunum í ferðsluni

 

Les eisini: Avensis og Verso aftur á føroyska marknaðinum

bilurin.fo/bilar/bilar-detail/avensis-og-verso-aftur-a-foeroyska-marknadinum/

 

Mest seldu bilmerkini í november eru kanska ikki júst tey, sum kappast um at verða mest selda merki í ár. Av samlaðu bilasøluni í ár liggur Nissan fyrstu 11 mánaðirnar á einum fjórða plássi við 224 seldum bilum.

 

10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum í november í ár eru:

 

Bilmerki

Akf.tal

NISSAN

23

CITROEN

22

FORD

21

VOLKSWAGEN

17

TOYOTA

15

MITSUBISHI

11

MERCEDES-BENZ

10

SUZUKI

7

BMW

6

KIA

5

 

 

 

10 tey mest seldu bilmerkini 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár eru:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

293

CITROEN

255

VOLKSWAGEN

245

NISSAN

224

FORD

202

MITSUBISHI

169

MERCEDES-BENZ

95

KIA

82

OPEL

81

VARIANT

80

 

 

 

 

 

10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum í fjør vóru hesi:

 

 

CITROEN

311

TOYOTA

310

MITSUBISHI

216

FORD

204

NISSAN

173

VOLKSWAGEN

169

PEUGEOT

107

KIA

104

VARIANT

101

MERCEDES-BENZ

86