fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 17.04.2017 (07:59)

Nú kemur Mini aftur – í originalari stødd

Í 2011 hevði BMW, sum eigur Mini, ætlanir um at gera ein Mini býarbil, í somu stødd sum tann upprunaligi Mini Cooper. Men einki spurdist burtur tó burtur úr teirri ætlanini.

Men BMW hevur tó gjørt nógvar Mini-bilar, sum eru munandi størri, enn tann originali Mini frá 1960’unum.

Nú berast góð tíðindi til teirra, ið leingjast eftir gamla legendariska bilinum, sum sjálvnadi skal gerast í Onglandi og ikki í Týsklandi.

Tann originali Mini var ein lítil, økonomsikur bilur, sum var framleiddur í Onglandi av British Motor Corporation, BMC, frá 1959 til 2000.

Og hann gjørdist skjótt ikonið upp á enska poppmentan við kviku koyrieginleikunum, lítlu støddini og við smáu hjólunum í hvørjum horni á bilinum.

Nú hevur ein annar bretskur bilframleiðari endurføtt gamla klassikaran.

Tað er tann lítli, men ekslusivi bilframleiðarin, David Brown Automotive, sum serliga er kendur fyri merkini Speedback GT, sum hevur sett sær fyri at endurskapa lítla bilin.

Bilurin fer at eita Mini Remastered, og tað er eisini akkurát tað, sum hann hann er. Uttan er hann ein originalur Mini, trúgvur ímóti designinum hjá Sir Alec Issignois, men innan hevur hann fingið eina yvirháling.

Motorurin er bøttur og gevur 30 prosent størri megi, enn tann upprunaligi.

Hann hevur 1275 kubikk og 79 hestakrefitr, og bilurin er væl ljóðdoyvdur, so tað kennist sum um tú koyrir við originala bilinum, tó uttan óljóðið.

Innan er bilurin modifiseraður, grillin framman er av aluminum, baklyktirnar eru LED.

Hóast lítli bilurin er moderniseraður, vigar hann bara 30 kg meira enn tann originali.

Enn er ikki sagt, hvat bilurin fer at kosta. Men mett verður, at prísurin fer at liggja um 500.000 krónur uttan avgjøld og mvg, so talan verður um ein dýran bil.

Og frágreiðingin upp á høga prísin er millum annað, at 1.000 arbeiðstímar verða brúktir upp á at byggja hvønn einstakan bil við hond.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her