fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 14.12.2016 (08:39)

Nýggjur Citroen C3

Gott pláss, betri kvalitetur og flottari design er nakað av tí sum eyðkennir nýggja Citroën C3.

 

Eftir at yvir 3,5 milliónir Citroën C3 eru framleiddir, síðan bilurin fyrstu ferð varð presenteraður í 2002, er C3 nú avloystur av einum heilt nýggjum bili við sama navni. Hesin er triðja generatión.

 

Nýggi C3 er innrættaður soleiðis, at sera gott pláss er í kabinuni. Designið innan er í tráð við nýggja Citroën-stílin við gjøgnumførdum kvaliteti. Viðførisrúmið er 300 litrar, sum er eitt tað størsta í klassanum.

 

C3 fæst við tveimum PureTech bensinmotorum við ávikavist 68 og 82 hk og BlueHDi-dieselmotori við 75 hk. Allir motorarnir lúka tey strangastu krøvini til CO2 útlát og eru sera økonomiskir. Til dømis koyrir BlueHDi-dieselútgávan 31,3 km/l, og útlátið er einans 83 g/km. Fyrst í komandi ári kemur eisini ein PureTech bensinútgáva við 110 hk.

 

Citroën C3 er lættur at koyra og at umgangast í allar mátar. Koyrieginleikarnir eru komfortablir, og nógv er gjørt við ljóðdoyving, soleiðis at lítið hoyrist til motorin og hjólini undir koyring.

 

Hvat útgerð viðvíkur fæst C3 í útgávunum Live, Feel og Feel+. Sum standard hevur bilurin t.d. vegstrípualarm, elektroniska avlesing av skeltum, fartpilot og coffee-break alarm.

 

Nýggi C3 er komin á danska marknaðin og er ávegis til okkara marknað, verður sagt frá Waag & Company.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her