fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 11.01.2017 (09:10)

Nýggjur crossover frá Toyota

Ein heilt nýggjur Toyota er nú komin á føroyska marknaðin. Talan er um Toyota C-HR, ið er ein sonevndur crossover. C-HR stendur fyri Compact High Rider.

 

Toyota C-HR er ein modernaður crossover við sermerktum designi, sum verður lagt til merkis.

 

Bilurin verður gjørdur við 1,2 litra bensinmotori við 116 hk og sum hybridbilur við 1,8 litra bensinmotori og el-motori, hesir geva tilsamans 122 hk, og koyrir bilurin 25,6 km/l sum hybridbilur. Roknað verður við, at hybridútgávan kemur at standa fyri meginpartinum av søluni.

 

Toyota C-HR fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur, og standard útgerðin er sera umfatandi.

 

Við C-HR tekur Toyota upp kappingina í skjótast vaksandi bilklassanum í Evropa. Sølan av smáum crossover vaks við 36 prosentum í fjør. C-HR er bygdur yvir Prius plattformin og er teknaður á Toyota designsentrinum í Nice á Fraklandi.

 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/