fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 10.04.2017 (08:26)

Nýggjur hybridbilur frá Hyundai

Ein nýggjur hybridbilur er júst nú komin á føroyska marknaðin, talan er um Hyundai Ioniq Hybrid við bæði el- og bensinmotori.   

 

Bilurin hevur 1,6-litra bensinmotor og el.motor. Hann er sera økonomiskur og koyrir upp til 29,4 km/l við 6-trins automatiskum gearkassa.

 

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Tað merkist undir býkoyring, at bilurin koyrir leingi upp á elmotorin og skiftir beinanvegin til bensinmotorin, tá brúk er fyri tí.

 

Hyundai Ioniq er ein snøggur bilur, designið er einfalt og smart við tíðarleysum linjum. Hann verður gjørdur sum vanligur hybridbilur, sum plug-in hybrid og sum elbilur.   

 

Ioniq Hybrid fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.

 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Norðbil.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her