Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 12.06.2017 (10:13)

Nýggjur luksusbilur frá Volkswagen

Ein heilt nýggjur Volkswagen kemur nú á marknaðin. Talan er um Arteon, sum hevði heimspremieru á bilaframsýningini Geneve í mars.

 

Atreon er ein praktiskur luksus sedan við stórari baklúku. Hann er nakað størri enn VW Passat og kemur helst ístaðin fyri Passat CC. Bilurin er rúmligur við stórum viðførisrúmi, sum er heilar 563 litra og við baksetrunum niðri er tað 1.557 litrar.

 

Bilurin fæst við fleiri ymiskum motorum við beinleiðis innspræning. Størsti bensinmotorurin hevur 280 hk, meðan tann størsti dieselmotorurin hevur 240 hk.

 

Arteon er sera væl útgjørdur sum standard, men fæst eisini í útgávunum Arteon Elegance og Arteon R-line. Bilurin verður framleiddur í Emden í Týsklandi.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her