fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 20.04.2017 (09:28)

Nýggjur mikro SUV frá Suzuki

Ein heilt nýggjur Suzuki Ignis er komin á marknaðin. Sambært Suzuki er talan um heimsins fyrsta mikro-SUV.

 

Designið er annarleiðis og sermerkt við reinum modernaðum linjum. Bilurin er einans 3.70 m langur, 1.66 m breiður og 1.60 m høgur. Hann er 15 cm styttri enn Suzuki Swift.   

 

Suzuki Ignis fæst einans við 4 syl. 1,2 motori, sum tó eisini fæst í eini hybrid útgávu. Hóast Ignis er ein lítil bilur, er hann høgur frá vegnum og fæst eisini sum 4x4.

 

Navnið er ikki ókent, Suzuki Ignis varð gjørdur frá 2000 til 2008, tá framleiðslan steðgaði. Enn koyra nógvir Suzuki Ignis í Føroyum.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her