Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 30.03.2017 (09:40)

Nýggjur og størri Honda Civic

Ein heilt nýggjur Honda Civic er komin á marknaðin, hesin er 10. generatión síðan Civic fyrstu ferð kom á marknaðin í 1972.

 

Honda Civic hevur í mong ár verið ein sermerktur bilur hvat designi og viðvíkur bæði uttan og innan. Hesin nýggi er einki undantak, hann er sportligur, samstundis sum hann er parktiskur.

 

Hóast hann sær meira út sum ein sportbilur enn familjubilur, er talan um ein sera rúmligan og  praktiskan bil við viðførisrúmið, ið er 478 litrar, sum er stórt í mun til aðrar bilar í sama klassa.

 

Innan er Civic eisini nakað serligt, instrumentborðið er flott designað. Nýggi Civic er bæði longri og breiðari enn forgangarin, tað merkist væl í kabinuni við góðum beinplássi framman og aftan.

 

Stórur dentur er lagdur á at verja, um ein fótgangari skuldi verið ákoyrdur. Hetta er nakað, sum Civic fær góðan karakter fyri í EuroNCAP- krasjtestum. 

 

Bilurin, vit royndarkoyrdu, er ein væl útgjørdur Civic Sport+ við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, parkeringssensorum framman og aftan, bluetooth, Hill Start Assist, Honda Connect ljóðanleggi, automatiska neyðbremsu, tokulyktir og avlesing av ferðsluskeltum.

 

Honda Civic fæst við tveimum VTEC bensinmotorum við ávikavist 129 og 182 hk.

 

 Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her