fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 07.07.2017 (10:02)

Nýggjur og størri Renault Mégane

Eftir 20 ár á marknaðinum og 6.5 milliónir seldir bilar er Renault Mégane komin sum ein heilt nýggjur bilur, ið er fjórða generatión av Mégane.

 

Í mun til forgangaran er nýggi Mégane longri og breiðari, eins og aksulfrástøðan er vaksin við 2,8 cm. Hetta ger at bilurin er rúmligur og hevur gott beinpláss í kabinuni.

 

Fleiri TCe-bensinmotorar og dCi-dieselmotorar eru at velja ímillum. Motorarnir, sum eru reinir og økonomiskir, koyra upp til 30,3 km/l við blandaðari koyring.

 

Bilurin er væl útgjørdur sum standard og hevur hópin av nýggjari tøkni, sum annars bert er at finna í dýrari bilum. Millum annað fæst Mégane við ambient lightning, har bilførarin sjálvur kann broyta  litin á ljósunum í instrumentborðinum og kring um í kabinuni. Eisini hevur hann LED lyktir framman og aftan.

 

Mégane fæst sum hatchback og stationcar, eins og hann eisini verður gjørdur sum sedan. Renault Mégane kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her