Leita á in.fo

Mynd: Heðin Weihe

Magnus Gunnarsson 28.06.2017 (09:19)

Nýggjur Opel Insignia

Nýggi Opel Insignia er komin til landið. Bilurin varð frumsýndur á bilaframsýningini í Genève í mars 2017.

 

Insignia er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform og er størri og rúmligari enn forgangarin, sum hevur verið á marknaðinum síðan 2008.

 

Aksilfrástøðan er longri og bilurin er eisini longri enn forgangarin. Hetta merkist serliga við tað at betri beinpláss er bæði framman og aftan.

 

Í fyrstu atløgu fæst Insignia hesum bensinmotorum: tveir 1,5 við ávikavist 140 og 165 hk og 2,0 við 260 hk. Diesel útgávurnar eru 1,6 við ávikavist 110 hk og 136 hk og 2,0 við 170 hk.

 

2,0 bensin útgávan við 260 hk er ein rættiliga kvikur bilur, hann koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 7,3 sekund.

 

Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan av Insignia, kemur í heyst. Opel Insignia kann síggjast og roynast hjá Auto Service.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her