Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 23.11.2016 (08:32)

Nýggjur Peugeot 3008

Eftir at hava verið á marknaðinum í átta ár er Peugeot 3008 komin í eini heilt nýggjari útgávu.

 

Bilurin er ein rúmligur 5-persóna SUV. Hesin nýggi er longri enn forgangarin og hevur betri beinpláss í kabinuni og meira pláss til viðførið. Hóast hesin er størri, er hann umleið 100 kg lættari enn forgangarin.

 

Í kabinuni eru eisini stórar broytingar í mun til forgangaran. Í instrumentbrettinum er alt digitalt við einum stórum skíggja ístaðin fyri teir vanligu vísararnar.

 

Fleiri motorar eru at velja ímillum, bæði bensin og HDi dieselmotorar, sum allir eru reinir og økonomiskir. Flestu útgávurnar fáast við automatiskum gearum.

 

Peugeot 3008 hevur automatiska neyðbremsu, sum bremsar fyri bæði bilum og fótgangarum.

 

Við hesum nýggja 3008 er Peugeot av álvara við í hørðu kappingini um kundarnar, sum í hesum døgum keypa sær ein SUV, ið vísa seg at verða sera væl umtóktir í okkara heimsparti og nógva aðrastaðni. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Auto Service.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/