Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 20.09.2016 (12:09)

Nýggjur Peugeot 5008

Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár kemur kemur Peugeot 5008 í eini heilt nýggjari 2017 útgávu.

 

Hesin nýggi er bæði breiðari og longri enn forgangarin og hevur betri beinpláss í kabinuni og meira pláss til viðførið. Hóast hesin er størri, er hann umleið 100 kg lættari enn forgangarin.

 

Nýggi 5008 er eins og forgangarin ein 7-persónabilur og fæst við bensinmotorum frá 130 til 165 hk og dieselmotorum frá 100 til 180 hk.

 

Bilurin verður frumsýndur á Paris Motor Show í oktober og kemur á marknaðin í vár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/