fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 08.12.2016 (09:23)

Nýggjur Suzuki S-Cross

Suzuki SX4 S-Cross er nú komin í eini dagførdari útgávu, har hann er broyttur bæði uttan og innan. Størsta broytingin er framman við heilt nýggjum designi.   

 

Við hesum nýggja SX4 S-Cross kemur í beinleiðis kapping við allar teir mongu SUV, sum longu eru á føroyska marknaðinum. Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. SX4 S-Cross er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard.

 

Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur. SX4 S-Cross fæst við turbo bensinmotorum við ávikavist 112 og 140 hk. Motorarnir eru økonomiskir og reinir og lúka øll krøv til strangasta Euro normin hvat CO2-útláti og brennievnisnýtslu viðvíkur.

 

Suzuki SX4 S-Cross fær sera góð ummæli frá evropeiskum motorjournalistum. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her