Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 28.11.2016 (07:58)

Nýtt bilmerki til Evropa í 2018

Við kinesiskum kapitali og Volvo-teknologi kemur eitt nýtt bilmerki á marknaðin. Talan er um Lynk & Co, sum kemur á kinesiska marknaðin næsta ár og til USA og Evropa í 2018. Navnið á bilinum er nevniliga Lynk & Co.

 

Tá Geely verksmiðjan í Kina keypti Volvo frá Ford i 2010, sóðu teir ein møguleika at samantvinna kinesiskan kapital og Volvo teknologi.

 

Volvo og Geely stovnaðu fyri tveimum árum síðan teknologi- og menningarsentrið China Euro Vehicle Technology (CEVT) við deildum í bæði Svøríki og í Kina.

 

Eitt úrslit av hesum samstarvi er ein nýggjur plattformur, sum verður brúktur til fyrsta bilin hjá Lynk & Co og tá nýggja Volvos 40-serian kemur á marknaðin.

 

Fyrsti bilurin er Lynk & Co 01, sum er ein SUV í stødd við t.d. Nissan Qashqai.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/