Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 15.02.2017 (08:14)

Opel Insignia sum stationcar

Fyrst í hesum árinum sýndi Opel fram fyrstu almennu myndirnar av nýggja Opel Insignia, sum verður frumsýndur á bilaframsýningini í Genève í mars.

 

Nú sýna teir fram myndir av Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan av Insignia.

 

Bilurin, ið er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, er størri og rúmligari enn forgangarin, sum hevur verið á marknaðinum síðan 2008. Hesin nýggi er 200 kg lættari enn forgangarin.

 

Nýggi Insignia kemur á marknaðin sum sedan í summar og sum stationcar í heyst.

 

Í Bretlandi verður bilurin seldur sum Vauxhall Insignia, í Australia sum Holden Commodore og í USA sum Buick Regal.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her