Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 22.03.2017 (09:19)

Peugeot 5008 í nýggjari útgávu

Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár kemur kemur Peugeot 5008 í eini heilt nýggjari 2017 útgávu.

 

Hesin nýggi er bæði breiðari og longri enn forgangarin og hevur betri beinpláss í kabinuni og meira pláss til viðførið. Hóast hesin er størri, er hann umleið 100 kg lættari enn forgangarin.

 

Mekaniskt og tekniskt er 5008 sami bilur sum Peugeot 3008, men hesin hevur 17 cm longri aksilfrástøðu og er 20 cm longri.

 

Nýggi 5008 er eins og forgangarin ein 7-persónabilur og fæst við bensinmotorum frá 130 til 165 hk og dieselmotorum frá 100 til 180 hk. 

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her