fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 06.03.2017 (11:07)

PSA keypt Opel

Franska PSA konsernin (Peugeot, Citröen og DS) hevur keypt Opel frá General Motors við tilsamans 11 verksmiðjum og 40.000 starvsfólkum. PSA hevur givið 1,3 milliardir evrur fyri Opel.

 

Opel verksmiðjan, sum varð stovnað í 1863, byrjaði við at framleiða seymimaskinur og seinni súkklur. Framleiðslan av bilum byrjaði í 1899. Adam Opel GmbH var ein sjálvstøðug bilverksmiðja, til hon varð yvirtikin av General Motors í 1929.

 

Opel verða eisini framleiddir sum Buick í USA, Vauxhall í Onglandi og sum Holden í Australia.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her