Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 03.03.2018 (06:37)

Renault seldi mest í februar – Toyota mest í ár

Renault stendur ovast á breddanum hjá Akstovuni sum mest seldi bilur í februarmánaði. Tá vóru seldir 27 nýggir Renault bilar. Nummar tvey á listanum var Toyota, sum seldi 25 nýggjar bilar, meðan Volksvagen var á triðja plássið við 22 nýggjum bilum.

Tað vóru annars seldir eitt vet færri bilar tilsamans tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til í fjør.

Stóra framgongdin í bilasølu, sum verið hevur seinastu árini, tykist nú verða um at flata út.

Sum vera man er eitt loft á, hvussu nógvir nýggir bilar kunnu seljast.

Seinastu hagtølini frá Akstovuni eru fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tá vóru seld tilsamans 383 nýggj akfør, sum er 11 akfør færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 394 akfør vórðu seld. Í prosentum er afturgongdin sløk 2,8 prosent.

Størsti parturin av akførum eru persónbilarnir. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 291 nýggir persónbilar. Tað eru fýra færri enn tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá 295 nýggir persónbilar vórðu seldir. Í prosentum er talan um eina lækking upp á minni enn 1,5 prosent.

Næststøstu nøgdini standa vørubilarnir fyri. Higartil í ár eru seldir 66 nýggir vøruvognar, sum eru tríggir færri enn teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør.

Taka vit bilasøluna higartil í ár, so er Toyota mest seldi bilur. 55 nýggir Toyota bilar eru sledir í ár. Á øðrum plássi er Volksvagen og á triðja plássi er Renault.

Tann 18. februar boðaði P/F Waag frá, at bilasølan nú hevði tikið yvir umboðið av Renault í Føroyum, sum P/F Berg Motors higartil hevði havt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her